Eitt uppskot var frá Pan Fish um at leiga eitt lendi og bryggjukant í Haldórsvík.
Eitt annað uppskot var frá O. C. Joensen um leigu av lendi til móttøkustøð og innhegning til reiðskap. Ætlanin er her m.a. at seta upp eitt størri tjald sum móttøkustøð.
Og eitt triðja uppskot var um keyp av lendi á Norðskála. Her er ætlanin at keypa tvey øki, uppá ávikavist 1130 og 146 fermetrar, sum í framtíðini skulu nýtast til havnaøki.
Øll hesi uppskotini vórðu einmælt samtykt á bygdaráðsfundinum í farnu viku.