Havið við Flordia var heitt sum í hitapotti

Hitin í vatnskorpuni kring oyggjabólkin Florida Keys í amerikanska statinum Florida rakk seint mánadagin 38,43 hitastigum.

 

Tað vísa tøl frá amerikonskum myndugleikum sambært blaðnum The Guardian.

Eitt termometur á eini aldu við Manatee Bay í tjóðarlundini Everglades máldi tann høga hitan, sum møguliga kann vera alheims met.

Tað er næstan 40 stig heita vatnið svarar til hitan í einum hitapotti.

Aðrastaðni var í vatni máldur hiti upp á ávikavist 38 og 32 stig.

Vanliga átti hitin í havinum hesa ársins tíð at ligið millum 23 og 31 hitastig sambært NOAA, sum  er ein amerikanskur myndugleiki, sum granska viðurskiftini í havinum og í lofthavinum.

/ritzau/

##med2##