Havið var grátt av gosgróti

Flogskiparin á einum ný sælendskum hernaðarflogfari gjørdist ikki sørt skakkur, tá hann nú ein dagin varnaðist, at eitt stórt sjóøki í landnyrðing úr landi hevði ikki tann vanliga bláa litin, men at milliónir av smáum gossteinum flutu í vatnskorpuni.

Økið er knappar 600 fjórðingar í landnyrðing úr Ný Sælandi, og eitt skip, sum var har, metti økið til at vera einar 30.000 ferkilometrar stórt ella á leið sum Jylland. Ein av yvirmonnunum segði við fjølmiðlarnar, at gossteinarnir flutu so tættir, at tað minti mest um ein risastóran ísflaka.

Gossteinarnir eru til støddar sum golfbóltar, men myndugleikarnir siga, at teir eru ikki til ampa fyri skipaferðsluna.

Serfrøðingar halda, at teir flótandi steinarnir stava frá einum gosi á havbotninum, men teir halda kortini ikki, at hetta hevur nakað samband við, at gosfjallið Tongariro í Ný Sælandi hevur latið við seg koma nakrar ferðir í seinastuni.