Um morgunin 27. nov. 1786 rak ein kópafangari inn á víkina; nógvur var vindurin og beint inná og ódn í brimi. Teir royndu at sleppa útav aftur, men stingunebban høvdu teir brotið, og lá hann tí ikki upp fyri Høvdan. Bæði akkerini vóru tveitt út, og skipið lá, men hann vaks brimið í hvørjum, onnur ketan slitnaði, og tá ongin møguleiki var fyri at bjarga sær á land, har teir lógu, tóku teir og sleptu hinari ketuni, høvdu forseglið á og stýrdu skipinum á land undir húsunum, hvar teir mundu halda líkindini vera frægast at koma livandi á land.
Tað eydnaðist einum av manngini, Charles Rich, at fáa hendur á eina línu, ið tveitt varð frá landi, og bjargaðist hann í øllum góðum. Ein annar maður, sum æt Thomas White, varð slongdur upp á land í einum óførum óløgi, og tann triði maðurin, Thomas Mouat, skolaði eisini upp í einum seinni óløgi. Av teimum 22 monnunum, sum við vóru, bjargaðust bert hesir tríggir, allir vóru teir úr Stromnes. Svínoyingar tóku væl ímóti teimum, vístu teimum størsta beinasemi og blíðskap. Triðja dagin eftir fóru teir til Havnar við teimum, tá vóru átta lík rikin upp á land teirra millum skiparin, William Melwin, sum átti ein triðing í skipinum.
Kópafangarin ella Skotaskipið, sum tað áður hevur verið nevnt, var sluppin “Rachel” úr Stromnes á Orknoyum. Hon var 19. nov. farin undir oynna Skerry á kópaveiðu og kom hagar dagin eftir í fylgi við einari aðrari slupp, “The Friendship”. Teir fingu beinanvegin 22 kópar, men longu sama dagin ruskaði hann av landsynningi, tað gjørdist rættiligt illveður, so ikki var siglandi, og átta dagar eftir vóru teir riknir norð undir Svínoynna.
Soleiðis verður greitt frá í sjóforhoyrinum, sum hildið varð í Havn 4. december. Norðoya kirkjubók umtalar eisini hendingina og sigur: “Aar 1786 den 27. nov. er et Skip fra Schotland strandet paa Svinø, af hvis Mandskab ickum tre bleve i live, mens 17 opkastede ad Stranden efterhaanden og begravede i Svinø.”
Símun Júst í Svínoy hevur greitt frá søguni, sum hon hevur livað í fólkamunni: Ein mánað fyri jól vóru trý skip at síggja eystan fyri Svínoynna; tað var í lýsingini, og stutt eftir brendi hann á av landsynningi.Tvey sluppu norð um oynna, men tað triðja skipið rak inn á víkina og slapp ikki útaftur; tað hevði brotið stingunebban og lá tí so langt frá vindinum. Tað rak á land á Gortatanga. Frá skipinum varð ein lína tveitt, svínoyingar fingu í hana og drógu síðani eina ógvuliga tjúkka línu á land. Allir menninir fóru í senn á línuna, men beint tá kom eitt óløgi, línan slitnaði, og bert tríggir komu livandi á land. Hinir doyðu allir, meðan alt fólkið í bygdini mátti standa og hyggja at uttan at kunna hjálpa. Tá vóru eini 40 fólk í Svínoy, harav 10 menn í góðum aldri.
Staðið, har kópafangarin fór á land, nevndu teir Gortabuktin, men síðan var tað nevnt Skotabuktin, eitt lítið innvik dygst við lendingina í víkini. Til barlast høvdu teir dimmgrátt grót við ljósum rípum; hetta grótslagið finst enn í mølini har, og rópa teir tað Skotasteinar. Men nú eru teir flestu brýndir upp í einki av briminum og horvnir, eins og árini hava kámað burtur minnið um tilburðin -. Sum kirkjubókin sigur, róku 17 lík upp, og vórðu tey jarðað so hvørt, tó ikki í kirkjugarðinum, men fyri handan Forðagarðar ella, sum tey eisini rópa tað, yviri á Skotum, har leiðið enn verður ávíst. Stutt fyri skuldi so nógv verða grivið í kirkjugarðinum, at hann var fullur, og fingu teir tí ikki vígda jørð. – Tað skuldi so verið meslingarnir, sum gingu í 1781 – 82, men kirkjubókin prógvar ikki hetta.