Havi nógv at vera takksamur fyri

- 2016 var eitt sera hendingaríkt ár hjá okkum, sigur Theodor Olsen, prestur, sum bæði varð giftur, gjørdist pápi og fylti 40 ár.

- Eg haldi nýggjár heima við hús saman við familjuni. Vit fáa gestir á gátt, eta ein góðan bita, so tað gleða vit okkum til.

 

Tað sigur Theodor Olsen, prestur, sum keypir fýrverk og dámar væl at skjóta. Sjálvur heldur hann, at onkur keypir meira, men tá H71 selur, stuðlar hann felagnum við at keypa.

 

Hvat var besta upplivingin - størsta hendingin - hjá tær í 2016?

 

- 2016 var eitt sera hendingaríkt ár hjá okkum. Hin 11. juli kom Malan Theodora í verðina á Landssjúkrahúsinum. Tað var fantastiskt, og systkini og øll í familjuni vóru sjálvandi glað. Tíbetur høvdu mamma og dóttir tað gott, og tað hava tær enn.

 

Theodor Olsen vísir á, at aðrar stórar hendingar vóru eisini í 2016. Hin 2. apríl vórðu hann og Jeanette vígd í Hoyvíkar kirkju, og bæði eru tey takksom fyri tær mongu heilsaninar og gávurnar, tey fingu.

 

- Ikki minst bleiv eg rørdur av vøkru og góðu røðuni frá konuni. Í september var barnadópur, har eldra dóttirin, Elisa, bar ta yngru til dópin. Og í november fylti eg 40, og tað bleiv eisini hátíðarhildið. So, á tí persónliga planinum havi eg nógv at vera takksamur fyri í ár.

 

Og hvat var keðiligasta upplivingin í 2016?

 

- Tað dugi eg tíbetur ikki so væl at svara uppá. Men, tað er altíð syrgiligt, tá vit frætta um kríggj og yvirgangsatsóknir úti í heimi.

 

Spurdur, um hann hevur sett sær nakað serstakt fyri í  2017, sigur hann, at hann altíð kann gerast betri, bæði heima, men eisini í dagliga yrkinum.

 

- Og so er tað altíð vert at miða eftir at eta og liva sunnari, sigur Theodor Olsen brosandi.