Hallur Hansson og AC Horsens vunnu um vikuskiftið 1-0 á útivølli móti Jóan Símun Edmundsson og OB.
Keyp Sosialin á netinum við at trýsta HER
Hallur Hansson hevur í ár verið millum drúgvastu spælararnar hjá AC Horsens, men tað hevur ikki eydnast at umseta møguleikarnar til mál – fyrr enn nú. Tað fegnast landsliðsmiðvallarin um.
- Eg havi leitað eftir hasum málinum í nakrar dystir nú. Eg havi havt nakrar stórar møguleikar í hinum dystunum, so bæði viðspælarar og venjarar hava prikað til mín, men nú skuldi tað so verða. Vónandi tað fyrsta av nógvum, sigur Hallur Hansson, sum í næstum kemur til Føroyar at spæla landsdyst móti Ungarn.
Tá verða Hallur Hansson og Jóan Símun Edmundsson liðfelagir.
- Landsdystir eru altíð hæddarpunkt, sum tú sær fram til hvørt ár. Eg gleði meg sum eitt smábarn, sigur Hallur Hansson við ÍtróttarSosialin í dag.
Les eisini alt um finaluna um løgmanssteypið, útisetarnir og annað í ÍtróttarSosialinum, sum er komin á gøturnar í dag saman við Sosialinum.