Havið knýtir okkum saman

Í síni røðu á hátíðarhaldinum fyri Grønlendska Heimastýrinum um vikuskiftið nýtti løgmaður, Jóannes Eidesgaard høvið til at takka grønlendingum fyri at geva føroyingum veiðimøguleikar í Grønlandi í 50 árunum, tá tað veruliga treyt við øðrum møguleikum hjá føroyingum.

-Vit eru felags um bundinskapin av havinum og tí livandi tilfeingi, ið har er. Vit hava fingið holla vitan og royndir frá okkara forfedrum um havið og náttúruna. Vit hava lært at virða náttúruna, og vit hava yvirlivað, tí vit hava varðveitt okkara mentan, og tí vit hava megnað at umsitið ríkidømið úr havinum og náttúruni á ábyrgdarfullan og skilagóðan hátt.
Vegna Føroya fólk, Føroya Løgting og Føroya Landsstýrið flutti løgmaður, Jóannes Eidesgaard, sunnudagin fram røðu á 25 ára hátíðarhaldinum hjá Grønlendska Heimastýrinum.
Hann nýtti høvið til at greiða frá, á hvørjum økjum føroyingar og grønlendingar hava nakað í felag. Løgmaður røddi um felags søguna hjá føroyingum og grønlendingum á fiskivinnuøkinum.
-Vit føroyingar eru ómetaliga takksamir fyri, at vit høvdu møguleikan at fiska í tykkara havumhvørvi í einari tíð, har vit ikki høvdu aðrar veiðimøguleikar. Í hesum tíðarskeiði vóru tøtt og sterk familju- og vinarbond knýtt millum grønlendingar og føroyingar, segði løgmaður millum annað í røðuni til grønlendingar.

Rúgvandi menning
Stórur partur av røðuni hjá løgmanni var um ríkisfelagskapin, sum knýtir Danmark, Grønland og Føroyar í eina eind. Løgmaður gjørdi vart við, at danir, grønlendingar og føroyingar hava eina stóra ábyrgd fyri, at ríkisfelagsskapurin virkar væl og heldur á at mennast.
Hann helt tað vera av stórum týdningi, at føroyingar og grønlendingar hildu fram við at menna og styrka politisku skipanina í teimum báðum sjálvstýrandi londunum í Ríkisfelagsskapinum.
-Vit hava nú roynt sjálvsstýrisverkætlanina í góða hálva øld. Tit hava roynt somu skipan í 25 ár. Bæði tíðarskeiðini eru stutt, sæðí einum størri søguligum samanhangi, men eg vil kortini hevda, at bæði okkara lond eru komin rættiliga langt, síðan vit fingu sjálvsstýrið, greiddi løgmaður frá.

Framtíðin
Jóannes Eidesgaard segði eisini, at føroyingar og grønlendingar mugu hava í geyma, at eingin politisk skipan heldur á í allar ævir, og tí er neyðugt at halda á við at eftirmeta ríkisfelagsskapin. Hann nýtti eisini høvið til í røðuna at rósa grønlendingum fyri, hvussu væl teir høvdu megnað at yvirtikið fleiri umráðandi og rúgvumikil málsøkir frá dønum.
-Seinastu 25 árini hava Grønland og Føroyar varðveitt eitt gott samstarv á fleiri økjum. Vit hava megnað væl at finna eitt felags stev í norðurlendska samstarvinum. Eg vil vegna føroyska landsstýrið vóna, at vit í framtíðini kunnu menna og økja samstarvið bæði landanna millum og gjøgnum norðurlendskt og vesturnorðurlendsk samstarv, segði løgmaður millum sunnudagin á 25 ára- hátíðarhaldinum fyri Grønlendska Heimastýrinum.