49 ára gamla Jessie Hope Treverton var skipari umborð á Spitfire, tá báturin var partur av bátafylginum, sum elti springararnar í Nólsoyarfirði 17. septembur 2014.
Í Føroya rætti í morgun er hon ákærd fyri brot á djóraverndarlógina og grindalógina.
Tað var 17. septembur 2014, at hvalir vóru sæddir í Tangafirði. Bátar vóru skjótir hjá teimum, men tá tað gjørdist greitt, at talan var um ein stóran bólk av springarum, tann størsta, sýslumaðurin nakrantíð hevði sæð, var avgjørt at sleppa hvalunum. Tað vildi verið ómøguligt, at hildið teimum til.
Báturin hjá Sea Shepherd, MV Spitfire, var millum bátarnar, sum vóru hjá grindini og lá og sigldi nærindis grindini. Sambært ákæruvaldinum sigldi báturin rundan um og tvørtur yvir hvalunum, fyri at forða fyri, at teir vórðu riknir til lands. Manningin verður tí ákærd fyri brot á djóraverndarlógina, við at óneyðuga hava volt hvalunum strongd og pínu. Eisini verður hon ákærd fyri brot á grindalógina, við at reka hval, hóast sýslumaðurin ikki hevði givið boð um at nakar rakstur skuldi vera.
Ákæruvaldið biður um eina bót á 5.000 krónur, umframt at hald verður lagt á Spitfire, bátin, við motorum.
Jessie Treverton noktar seg seka í ákærunum. Hon játtar tó, at hon var skipari umborð á bátinum og at tey sigldu millum springararnar og land.
Jessie Treverton er í dag nevndarlimur í Sea Shepherd UK, sum eigur Spitfire.
- Vit komu her einans fyri at taka myndir og vísa heiminum, hvat hendir undir grindadrápi. Vit komu ikki fyri at forða nøkrum drápi, sigur Jessie Treverton.
Tá spurt verður nærri, játtar Jessie Treverton tó, at hon við vilja sigldi millum springararnar og land, fyri at forða teimum at svimja móti landi. Hon noktar tó fyri, at hon sigldi millum hvalirnar og soleiðis voldi teimum strongd ella líðing.
- Vit sigldu sera skjótt, millum 40 og 50 sjómíl, men tað var einans aftur og fram við síðunar av springarunum, fyri at forða fyri, at teir svumu móti landi, greiddi hon frá í rættinum.