Eg eri ofta spurd, um eg havi hug at bjóða meg fram, men áhugin at royna meg sum politikari er ikki tann sami sum fyrr. Eg trívist væl í Virðisbrævamarknaði Føroya. Onkursvegna var tað meira lokkandi, tá eg stillaði upp í 2004. Eg havi umhugsað støðuna ofta, men eg havi fingið eina dóttur, og gerandisdagurin er broyttur. Eg veit ikki at siga, um støðan hevði verið ein onnur, um eg varð vald seinast. Eg eri av tí sannføring í dag, at eg havi ikki tol at vera politikari, so eg vil heldur gera mína ávirkan galdandi á annan hátt. So nei, eg fari ikki bjóða meg fram hesaferð.