Tá vit fríggjdagin skrivaðu um úrskurðin, har FSF dømdi 1 dag leikbann til venjaran hjá Víkingi skrivaðu vit, at tað at vísa fingurin vanliga gevur 2 daga leikbann, og at einasti møguleikin hjá FSF at linka hesa revsing var, um teir mettu venjaran vera ertaðan (provokeraðan).
Hetta vil Rói Jacobsen, sum var 4. dómari í dystinum, og sum eisini var tann, ið fekk fingurin frá venjaranum, ikki hava sitandi á sær.
- Eg kann bara sláa fast, at eg havi ikki provokera venjaran hjá Víkingi. Eg havi eisini havt samband við Kappingarnevndina, og har havi eg fingið at vita, at tað er einki slíkt, sum verður nýtt í grundgeving fyri dómin, sigur Rói Jacobsen.