Havi glett meg at taka børnini við til Føroya

- Tað stendur, at man hoyrir sannleikan frá barnamunni. Tann sannleikan hava vit hoyrt frá okkara børnum í dag, sum hava tosa um, hvussu gott tað er at vera í Føroyum, segði Fríðrikur, krúnprinsur, í røðu síni.

 

Fríðrikur hugleiddi eisini um fyrstu vitjan sína í Føroyum, tá hann kom saman við Margretu, drotning, Heindriki, prinsi, og Joakim, prinsi, í juni 1978.

- Eg minnist týðiliga fyrstu ferð eg upplivdi hesar myrku klettar, grønu líðir og bláa hav. Joakim og eg fingu okkum veruliga royndar á túrinum við Dannebrog hiðar, segði hann.

- Eg havi tí eisini glett meg at luta hesa uppliving saman við mínum egnu børnum, at lata tey uppliva náttúruna og føroysku fólkasálina, segði Fríðrikur, krúnprinsur.

 

Eins og Bertel Haarder, lat hann seg eisini bergtaka av Glasi, og serliga, at rúm er gjørt fyri handaligu útbúgvingunum undir sama taki sum bókligu útbúgvingarnar.

- Eg vóni, at næmingarnir taka hesa góðu orku við sær út í samfelagið, tá tey eru liðug at lesa her, segði hann.

 

- Eg vóni eisini, at tit halda fast við tað, sum sermerkir tykkum sum tjóð, tað er mál tykkara, føroyski dansurin og kvæðini og so søgnirnar og søgurnar, segði Fríðrikur, krúnprinsur.