Havið gevur - havið tekur

FÁAR tjóðir í heiminum missa so mong av sínum á hvørjum ári í sambandi við vanlukkur á sjónum sum Føroyar.

HETTA megu vit ikki minst sanna í ár, tá ikki færri enn 12 føroyingar eru sjólatnir. Hetta er ómetaliga høgt tal, tá hugsað verður um, hvussu lítið fólkatalið er

FÁAR tjóðir í heiminum missa so mong av sínum á hvørjum ári í sambandi við vanlukkur á sjónum sum Føroyar.

HETTA megu vit ikki minst sanna í ár, tá ikki færri enn 12 føroyingar eru sjólatnir. Hetta er ómetaliga høgt tal, tá hugsað verður um, hvussu lítið fólkatalið er.

Í morgin er Allahalgunadagur - dagur teirra sjólátnu. Serliga henda dag minnast vit øll tey, sum farin eru. Kring landið verða minningarhald.

Í røðu síni á Sjómansheiminum í Havn 1. november í fjør tosaði táverandi løgmaður um virðini, sum sjómaðurin skapar - virði, sum koma okkum øllum til góðar.

HANN vísti so rætt á, at havið er okkara lívsgrundarlag, og at tann fongur, sum sjófólk okkara fær á havinum, er og hevur leingi verið ein høvuðsfortreytin fyri menningini av okkara samfelag. Og at virðini, sum sjómaðurin skapar, koma okkum øllum til góðar. Eisini vísti hann á, at fáar tjóðir hava goldið havinum so dýrt sum tann føroyska tjóðin.

HETTA er einki nýtt heldur. Hvussu hava ikki tær mongu syrgiligu vanlukkur, tá heilar bátsmanningar fórust og bygdir nærum avtoftaðust, fest seg í minni okkara!

EIN tann hendingin í ár, sum rakti meinast, var tá fimm mans sjólótust við Sjóborgini. Á veg heim eftir strævnar arbeiðsdagar á sjónum fórst Sjóborgin, og eingin av manningini slapp við lívinum. Hetta rakti ikki bert tey næstu avvarðandi, tað rakti eina heila bygd, tað rakti eitt heilt samfelag.

HAVIÐ gevur og havið tekur. Hetta hava vit føroyingar sannað meira enn nøkur onnur tjóð í heiminum.

VIT lýsa frið yvir tey, sum fórust á sjónum í ár.

VIT hava samkenslu við teirra avvarðandi og biðja til, at tey megna at bera sorgina og ikki fella í fátt.

.