Stóri og sterki miðverjin hjá B36 er ein av teimum, sum ikki hevur longt sáttmalan við felagið enn. Hann sigur, at hann ikki ætlar at binda seg enn, men váttar at hann hevur fingið tilboð frá øðrum feløgum.
Eg taki tað heilt róligt, og fari ikki at skriva undir uppá nakað enn, tí eg havi ikki planir at binda meg til næsta ár enn, sigur U21 landsliðsmiðverjin við In.fo.
Hann vil ikki beinleiðis siga, at málið er at spæla uttanlands.
- Kanska okkurt spennandi dukkar upp, og so er tað ikki so smart at verða sáttmála bundin. Men eg kann upplýsa at eg havi fingið nøkur áhugaverd tilboð í Føroyum, sigur Hørður Askham.
Mett verður, at KÍ er eitt av feløgunum, sum hevur víst honum stóran áhuga, nú tað tykist fyri vist, at Jonas F. Rasmussen ikki heldur fram í felagnum. Eitt annað boð er NSÍ, ið leitar eftir miðverja til komandi ár. Tað er heldur ongin ivi um, at B36 eisini ætlar at leingja við miðverjan.