Tað kom eitt sindur óvæntað, tá tað í gjár gjørdist greitt, at 07 Vestur liðskiparin, Holgar Durhuus, komandi ár fer at royna seg í norskum fótbólti. Har hevur Holgar Durhuus gjørt sáttmála við felagið, Kvik Halden, ið spælir í fjórðbestu norsku deildini.
Í samrøðu við in.fo sigur Holgar Durhuus, at høvuðsorsøkin til at hann nú flytir til Noregs er, at hann kendi tørv á at royna eina øðrvísi avbjóðing.
- Eg havi verið leingi í 07 Vestur, har eg havi lært nógv. Men tíðin er komin at royna okkurt annað. Eg havi brúk fyri nýggjum avbjóðingum – bæði sum menniskja og sum fótbóltsspælari. Eg havi einki ringt at bera 07 Vestur, har eg havi havt tað gott alla tíðina, sigur Holgar Durhuus.
Holgar Durhuus sigur, at skiftið til Kvik Halden er komið í lag gjøgnum ein umboðsmann sum er komin í samband við Holgar Durhuus gjøgnum fyrrverandi liðfelagan í 07 Vestur, Søren Nielsen.
- Alt byrjaði eftir kappingina í 2016, tá eg og liðfelagin, Søren Nielsen, vóru í Asia og fjakkaðu. Søren vísti mær á ein umboðsmann í Danmark, sum hann hevði nýtt. Eg setti meg í samband við hann, men tíverri hendi einki tá. Í december í fjør kontaði umboðsmaðurin meg so aftur, og spurdi um eg hevði áhuga at royndarvenja við Kvik Halden í Noregi. Eg valdi at taka av og fór avstað. Eg var ovfarin av, at støðið var so høgt sum tað var, og havi tí valt at royna meg her, sigur Holgar Durhuus.
Holgar Durhuus, ið er 25 ára gamal, hevur mest sum alla sína yrkisleið spælt við 07 Vestur. Tó hevur hann roynt seg í øðrum felagið eitt ár frammanundan, tí kappingarárið 2014 spældi Holgar Durhuus við Skála. Men komandi ár verður tað altso við Kvik Halden í Noregi, at Holgar Durhuus fer at spæla.