Borgarstjórin í Havn, Annika Olsen, sigur, at fyri at binda um heilan fingur vil kommunan heita á øll foreldur at hava síni børn heima hósdagin og fríggjadagin, um tað ber til.
– Hesir fýra dagarnir geva okkum tíð til at síggja, hvussu støðan broytist komandi tíðina, og hvat so skal gerast, segði Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar Kommunu, við Kringvarp Føroya í gjárkvøldið.
Tórshavnar Kommuna ætlar sær eisini at kanna starvsfólk á dagstovnaøkinum fyri at tryggja sær, at sjúka ikki verður borin inn ella út av dagstovnaøkinum.
– Vit hava ikki varugan av, at tað er sjúka á dagstovnaøkinum, men vit vilja binda um heilan fingur, sigur borgarstjórin.
Stovnarnir hava tó opið í dag, hóast heitt verður á foreldur um at hava børnini heima.
– Kannað verður so, hvussu støðan er, tá vikuskiftið er komið, og um neyðugt tá er at stongja stovnarnar, skrivar Tórshavnar kommuna.