Hondbóltur
Sjálvur var hann við, tá ein roynd varð gjørd at endurreisa hondbóltin í Runavík, og hóast tað ikki alla tíðina hevur gingið eins væl, so er risa-mál rokkið, nú Tjaldur kann rópa seg føroyameistara.
- Eg havi bíðað leingi eftir hesum degnum. Hetta er heilt fantastiskt.
Hvat hevur gjørt, at tað akkurát bleiv í ár, at tit vunnu gullið?
- Rumensku spælararnir hjá okkum hava sjávandi hjálpt okkum nógv. Og so eisini samanhaldið í spælarahópinum. Tað hevur verið heilt fantastiskt. Og eg haldi eisini, at føroysku spælararnir hjá okkum hava tikið seg sera nógv fram. Eg tími ikki at seta nøvn á, men tær hava allar gjørt tað heilt fantastiskt.
Og hvussu verður við Tjaldri komandi kappingarár. Verður tað eitt eins sterkt lið, sum fer út at verja meistaraheitið?
- Tað verður sama lið, og onkur spælari kemur eisini afturat. Eitt nú verður Hanna Isaksen tá aftur tøk, so alt í alt verður tað kanska eitt sterkari lið, sum fer at spæla fyri Tjaldur í næsta kappingarári, sigur Niels Peter Bech.










