- Tað er tann stóri samfelagsáhugin, sum eg altíð havi havt, sum fær meg at bjóða meg fram til løgtingsvalið, sigur Magnus Rasmussen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu.
Tað var í tíðindasendingini á Rás 2 á døgurða, at tað frættist, at Magnus Rasmussen stillar upp fyri Sambandsflokkin til komandi løgtingsval.
- Nú havi eg siti sum borgarstjóri í seks ár og vunnið mær royndir og fingið innlit í politiska arbeiðið, og nú havi eg hug at bjóða meg fram til løgtingið, sigur hann.
Hann sigur, at flokkarnir liggja altíð framvið at biðja borgarstjórar stilla upp á sínum lista, og soleiðis hevur eisini verið hjá honum, eisini til undanfarna løgtingsval. Men har var tó eingin ivi.
- Hesaferð játtaði eg, og valið var í grundini lætt, tí eg havi altíð verið sambandsmaður, sigur hann.
Magnus Rasmussen sigur eisini, at um hann verður valdur á ting, sigur hann borgarstjórasessin frá sær og undir øllum umstøðum stillar hann ikki upp aftur til komandi kommunuval.
Les meiri um avgerðina hjá Magnusi Rasmussen í Sosialinum í kvøld, umframt samrøðu við aðrar borgarstjórar.










