Tað verður ofta havt á lofti, at tað er ósunt, at bert eitt flogfelag røkir farleiðina til og úr Føroyum. Og tað kann vera nakað um tað. Men Magni Arge, stjóri á Atlantsflog, vísir á, at talan í veruleikanum bert hevur verið um eitt ár ella so við ongari kapping á rutuni.
- Heilt frá tí Atlantsflog varð sett á stovn og fram til 2004 høvdu vit kapping frá Maersk, og síðani hava bæði DAT og FaroJet verið á rutuni. So tíðin við ongari kapping hevur ikki verið so long tá samanum kemur, sigur Magni Arge.
So um Sterling skuldi gjørst ein kappingarneyti á rutuni, førur ikki til svøvnleysar nætur hjá Magna.
- Sjálvandi skapar tað aðrar fortreytir, men tað er ikki nakað nýtt, tí eg havi alla tíðina roknað við kapping á økinum, sigur stjórin hjá Atlantsflog, sum eisini vísir á, at við longdari flogbreyt verður møguleikin hjá størri flogførum at seta seg í Vágum.
Bíða spent eftir ECAA
Sum nevnt aðrastaðni á síðuni verður í løtuni arbeitt við at útvega Føroyum lut í europeiska flogferðslusamtakinum ECAA. Í stuttum merkir hesin limaskapur, at ístaðin fyri at vit byrgja okkum inni í Fðroyum, verður latið upp fyri møguleikanum at kappast frítt á øllum rutum í Europa.
Tað virkar so sjálvandi báðar vegir soleiðis, at onnur flogfeløg fáa frítt at flúgva upp á Føroyar, skuldu tey ynskt tað.
Magni Arge sigur, at eftir hansara tykki er hetta rætti vegurin at ganga, tá tað letur upp fyri stórum møguleikum hjá føroyska flogfelagnum. Samstundis fer hetta eisini at krevja, at allar góðar kreftir savnast um eitt sterkt føroyskt flogfelag.
Hjá Atlantsflog bíða tey spent eftir hesum limaskapi, sum sambært Magna Arge skuldi havt verið veruleiki longu 1. januar 2007 í sambandi við komandi privatiseringina av felagnum.