Í dag hevur turr grind og spik verið selt á marknaðinum í Vágsbotni, og nú Portalurin var fram við, hevði maðurin einar 70 gamlar havhestar eftir at selja. Tað gongur væl at selja á marknaðarplássinum í Vágsbotni, tá føroyskur døgurðamatur er á skránni.
Nú seinnapartin hevur ein norðoyingur selt turra grind og spik, og hann hevur eisini havt ræstan fisk í sínum útboði.
Nú Portalurin var fram við á marknaðarplássinum fyri løtu síðan, hevði hann einar 70 gamlar havhestar eftir at selja.
- Fuglurin er skoldaður og er klárur at koyra í pottin, segði norðoyingurin.