Havhestatíðin nærkast

Hetta er tíðin, tá ið menn, sum ætla sær at taka havhest á sjónum, rigga seg til í bátinum og neystinum

Havhestur

Líradagur er 26. august, og tá plagdu menn at draga líra í oyggjum, har skrápur eigur.
Men hetta er eisini tíðin, tá ið teir, sum ætla sær at taka havhest á sjónum, eru farnir at rigga bátarnar til. Glúpurin skal finnast framaftur, og somuleiðis skal gass og salt keypast. Íløt og annað skal verða klárt, tá ið teir fyrstu feitu fuglarnir liggja inni á gólvinum í neystinum ella í skúrinum.
Enn er ov tíðliga at gera fyrsta túrin, men seinni í hesi vikuni loysa ivaleyst teir fyrstu bátarnir og stevna út á hav.
Besta tíðin er vanliga um mánaðarskiftið, august/ september.
Havhestatíðin er ein hugnalig tíð. Menn sita í neystunum og royta og svíða, og svidnaroykurin sker í næsarnar kring um í bygdini.
Tað eru teir, sum royna at tjena sær nøkur oyru í havhestatíðini  og so eru tað aðrir, sum bara hugsa um at taka sær til húsbrúks.
Veðrið hevur alt at siga, hvussu hendan tíðin vignast.