Havfrúgvin fyri dómsnevndina

Róðrarsambandið vildi ikki ganga kæruni hjá VÍF um róðurin hjá 5-mannaførum við kvinnum á møti.

Í róðrinum gjørdist neyðugt við umróðri, men tá Havfrúgvin varð dømd at tjóvstarta í umróðrinum varð manningin ikki bert dømd at tapa umróðurin, men eisini at missa stigini, sum báturin annars hevði fingið við at gerast nummar tvey.

Kringvarpið endurgevur grundgevingar frá Róðrarsambandinum, sum metir, at høvuðsdómarin dømdi rætt, og at tjóvstarturin tí ikki verður broyttur.

Eisini staðfestir Róðrarsambandið, at kolldømingin í umróðrinum ber við sær, at báturin einki stig fyri róðurin. Hetta tí eingin serstøk reglugerð er fyri umróður, og at kolldøming á einum kappingardegi er galdandi fyri allar róðrarnar tann dagin, sum róð verður.

Sambært Kringvarpinum hevur kappróðrardeildin hjá VÍF gjørt av at kæra úrskurðin til Dómsnevndina.