Erla Kongsdóttir hevur verið einaráðandi í fimmmannafarsróðrinum við kvinnum, men Havfrúgvin nærkast í hvørjum. Leygardagin skulu bátarnir kappast á heimasjógvinum hjá Havfrúnni. Jónvá Ellingsgaard, sum rør við Havfrúnni, vónar, at hetta verður ein fyrimunur hjá Havfrúnni.
- Vit eru ótrúliga spentar til Fjarðastevnu, tí Vestmanna er jú okkara heimstaður og tað málið vit kenna best av øllum. Vit vóna, at hetta fer at vera til fyrimuns fyri okkum og ætla sjálvandi at vinna á Fjarðastevnu.
Havfrúgvin hevur vant hart, til tess at vinna á Erlu Kongsdóttir.
- Vit hava vant hart, og venjingin seinastu vikurnar hevur gagnast okkum væl við tí, at vit hava tikið okkum spakuliga inn á Erlu Kongsdóttir. Vit hava onga feilfríða stevnu havt enn,
greiðir Jónvá frá og sipar til, at tær stremba eftir at rógva eina feilfría stevnu. Hon avdúkar, at tær arbeiða við ávísum lutum í róðrinum, men just hvørjum vil hon ikki avdúka.
- Ikki kann sigast at vit bert arbeiða við nøkrum ávísum øki, tí umráðandi er jú at halda bæði start, miðróður og endaspurt við líka og royna vit at laga venjingarnar eftir hesum. Men sjálvandi leggja vit størri dent á summi øki, men júst hvørji lata vit vera eina gátu fyri fyrst.
Havfrúgvin hevur eisini fingið kapping frá Teistanum, sum gjørdist nummar tvey á Norðoyastevnu. Tó legst ein bátur afturat flotanum á Fjarðastevnu, og tað er Sílið úr Havnar Róðrarfelag. Sigursvanda Sílið kemur á stevnu við sera royndari manning, ið hevur róð motiónsróður seinasta mánaðin.
- Vit fegnast um at fleiri bátar leggjast afturat og pressar hetta okkum sjálvsagt meira. Serliga, tá mótstøðan er nýggj og vit ikki vita, hvat hinar (Sílið, red.) hava at bjóða, sigur Jónvá Ellingsgaard at enda.










