Dagurin í dag, 23. august, eitur Sakeus. Hann er deyður umleið ár 116. Í elsta listanum yvir biskupar í Jerúsalem verður nevndur ein Sakeus, sum er tann fjórði í tí biskupatalinum, men annars ókendur. Summir halda, at her verður sipað til yvirtollaran Sakeus (Luk. 19, 1-6). Navnið merkir reinur ella sakleysur. (Kelda Axel Tórgarð, Dagar og nøvn í álmanakkanum)
Hendan dagin fyri 100 árum síðani, varð standmyndin Den lille Havfrue hjá myndahøggaranum, Edvard Eriksen, sett upp við Langelinie í Keypmannahavn.
Og hendan dagin í 2006 frætti allur heimurin um ta 18 ára gomlu eysturrísku gentuna, Nataschu Kampush, sum fekk sníkt seg leysa eftir at hava sitið fangi hjá einum pedofilum brotsmanni í átta ár. Maðurin gjørdi sjálvmorð sama dag.