Havfrakt skal umvælast í Føroyum

Tað er nú avgjørt, at føroyska farmaskipið Havfrakt verður umvælt í Føroyum Havfrakt sigldi fyri góðar viku síðan á eitt sker í Norðurnoregi. Tað eydnaðist at fáa skipið leyst aftur, men tað hevur varð tikið upp á skipasmiðju í Harstad. Har vísti tað seg, at Havfrakt hevði fingið nakrar buglur.

Smáu lekarnir vórðu umvældir í Noregi.

Hitt umvælingararbeiðið varð boðið út, og saman um tikið hevði Mest skipasmiðjan í Havn lægsta boð. Tilboðini vórðu latin upp fríggjadagin.

Álvur Højgaard, reiðari sigur, at besta tilboðið var frá Mest, tí tíðin telru eisini. Mest kann gera stálarbeiðið upp á styttri tíð, enn hinar skipasmiðjurnar kundu.

Havfrakt er tryggjað í Íslandi, og íslendska tryggingarfelagi hevði forstáilsi fyri, at tíðin hevur nógv at siga fyri reiðaríið, sivur Álvur Højgaard.

Hann er fegin um, at umvælingararbeiðið kann gerast aftur í Føroyum fyri útlendskar tryggingarpengar.