Tíðliga í morgun sigldi føroyska farmaskipið, Havfrakt á land innanskers á Tromsø.leiðini í Noregi Tað er NH Frakt & Sand í Runavík, sum eigur skipið, men Álvur Højgaard, stjóri í felagnum, veit ikki enn, hvussu óhappið hendi.
Men hann staðfestir, at tað er sera tórført at sigla innanskers í Noregi.
Tað er í Finnsnesrennu í Gissundi, at óhappið er hent.
Havfrakt var næstan komin í Havn at lossa, tá ið óhappið hendi, sigur hann fyri Portalinum.
Hann hevði verið í Íslandi eftir fiskamjøli, men tað mesta varð lossað í aðrari havn, so tað var ikki so nógv eftir.
Stjórin staðfestir eisini, at ongin mannaskaði er hendir og ongin skaði er hendur á umhvørvið. Fimm mans eru við skipininum.
- Tann materielli skaðin er eisini lítil og skipið lekur ikki, leggur hann afturat.
Norska blaðið Nordlys, skrivar, at ein miseydnað roynd er gjørd at toga skipið avaftur
Reiðarin sigur, at ætlanin er nú at bíða eftir flóð, áðrenn roynt verður at toga skipið av aftur.
Nordlys skrivar eisini, at ongin illgruni er um, at brennivín er uppi í. Myndina hevur ein lesari hjá Nordlys sent teimum.