Havfrúgvin vann trygt

Kappingin hjá 5-mannaførum við dreingjum hevur verið hørð í millum Havfrúnna og Sílið, men á Jóansøku lat Havfrúgvin ongan iva vera um sigurin

Ein av kappingunum, sum hevur verið rættiliga spennandi eftir fyrstu tveir róðrarnar, er kappingin hjá 5-mannaførum við dreingjum. Her vann Sílið fyrsta róðurin á Norðoyastevnu, meðan Havfrúgvin sigraði á Sundalagsstevnu. Tí var púra javnt í FM-stríðnum undan róðrinum á Jóansøku leygardagin.

Her var tað tó Havfrúgvin úr Vestmanna, sum setti dagsskránna. Havfrúgvin fekk eina góða byrjan á Tvøroyri og legði seg fram í oddin mest sum alt fyri eitt. Bæði Sílið og Teistin royndi at fylgja við, og fyrstu 500 metrarnar var munurin heldur ikki tann heilt stóri á bátunum.

Tað var tó alla tíðina líkt til, at Havfrúgvin fór at gerast tann drúgvasti av teimum trimum. Dreingirnir róðu sera væl, og tá teir fóru undir endaspurtin var tað eisini við Havfrúnni á fremsta rók, meðan Sílið og Teistin vóru ógvuliga javnir á øðrum og triðja plássi.

Í endaspurtinum var tó eingin ivi. Her setti Havfrúgvin alla kapping til viks, og tá bátarnir komu á mál, var Havfrúgvin eina heila bátslongd framman fyri næsta bátin. Kappingin um annað plássið var tó hørð millum Sílið og Teistan, men at enda dró Teistin longra stráðið og endaði á øðrum plássi, meðan Sílið mátti taka til takkar við bronsuni.