Tað var einki at ivast í. Vestmannakvinnur vunnu aftur í dag kappingina millum 5-mannaførini við kvinnum. Vestmannabáturin legði seg á odda beinanvegin, og Havfrúgvin økti stútt og støðugt um munin.
Á málinum var munurin meiri enn hálv onnur bátslongd. Aftur í dag var Blikur av Argjum næstfremstur, men hesa ferð var munurin frá Havfrúnni og aftur til Blik væl størri, enn hann var á Norðoyastevnu, tá ið tað bara var reingin á muni. Firvaldur, Strípan og Falkur komu í dag á mál í nett somu røð, sum teir gjørdu á Norðoyastevnu.
5-mannfør kvinnur
1 Havfrúgvin 05:18.20
2 Blikur 05:22.17
3 Firvaldur 05:25.07
4 Strípan 05:30.00
5 Falkur 05:31.21
Støðan
1 Havfrúgvin 14
2 Blikur 12
3 Firvaldur 10
4 Strípan 8
5 Falkur 6