Ein av spennandi róðrunum á Norðoyastevnu var róðurin hjá 5-mannaførum við dreingjum. Her vóru Sílið og Havfrúgvin í harðari kapping allan vegin, og at enda megnaði Sílið at vinna.
Róðurin á Sundalagsstevnuni gjørdist ikki eins spennandi, men fyrstu løtuna var líkt til, at róðurin kundi blíva spennandi. Sílið og Havfrúgvin vóru nevniliga enn einaferð bátarnir, sum fingu bestu byrjanina. Komnir inn á hálvt málið fóru teir stavn um stavn inn eftir firðinum, men brádliga fór Havfrúgvin at ganga sum ein røvari.
Hann fór bara longur og longur frá Sílinum, og tá teir komu á málið, var Havfrúgvin úr Vestmanna meir enn eina bátslongd framman fyri Sílið. Hetta gjørdist sostatt fyrsti sigurin hjá Havfrúnni í ár, og nú eru teir púra javnir við Sílið í samlaðu FM-kappingini.