Triði sjónleikurin eftir Jóanes Nielsen, "Havfrúgvin", verður frumframførdur á Tjóðpallinum í kvøld. Og samstundis verður leikritið givið út í bók.
Høvundurin setur tann eitt sindur argandi spurningin:
– Hvat hendir tann dagin, tá ið fiskimenn fáa eina havfrúgv í trolið? Hvat gera vit, tá ið tann framkomna vinnan brestur saman við ævintýrinum, hugflognum?
»Havfrúgvin« er nútíðarleikur um kærleika, dreymar og líkasælu, har sambond knýtast og slitna, og lívið fer sína kós.
Høvðuspersónurin Olivar gjørdist avlamin á trolaradekki og gjøgnum hansara kritisku eygu, og sambondini sum hann hevur við familju og kenningar, uppliva vit Føroyar í dag.
Permuna hevur kona Jóanes Nielse, Rannvá Mortensen, gjørt. Føroyaprent hevur prentað, og Mentunargrunnur Studentafelagsins gav út.