Havfrúgvin fyri sættu ferð

Tað var yvirhøvur einki at ivast í, tá ið kvinnurnar í 5-mannaførum róðu á Vestanstevnu í Sandavági í dag. Havfrúgvin úr Vestmanna legði seg á odda beinanvegin, og Havfrúgvin var alla tíðina á odda. Tá ið bátarnir fóru um málstrikuna, var Vestmannabáturin leysur av næstu bátunum. Tað er ikki heilt rætt at siga longu nú, at Havfrúgvin er meistari, men tað ber ikki til hjá nøkrum at taka FM heitið frá teimum úr Vestmanna, um tær koma á mál á Ólavsøku.

Blikur av Argjum vann kappingina um næstfremsta plássið.

 

1 Havfrúgvin 05:18.18

2 Blikur 05:22.08

3 Firvaldur 05:24.22

4 Strípan 05:26.15

 

Støðan

1 Havfrúgvin 42

2 Blikur 36

3 Firvaldur 30

4 Strípan 20

5 Falkur 12

6 Sílið 2