Havfisking kann gerast lønandi vinna

Í nøkur ár hevur verið tosað um at skipa havfisking sum frítíðarvinnu, og í 2006 fekk táverandi Ferðaráð Føroya, sum nú eitur SamVit, eina hálva miljón krónur játtaða frá Vinnuframagrunninum til eina 2-ára verkætlan. Síðan hevur stovnurin arbeitt við at menna og marknaðarføra “sports fishing” kring Føroyar

Ferðavinna

 

Verkætlanin, sum botnur varð lagdur undir við teirri hálvu miljónini til menning av frítíðarfiskiskapi í Føroyum, hevur nú hálvt annað ár á baki. Arbeiðið við at menna eitt dygdargott ferðavinnutilboð og fyrireikingarnar at skipa eina málrættaða marknaðarføring á hesum øki, eru komnar væl áleiðis.

SamVit hevur nú skrivað eina frágreiðing um arbeiði, sum higartil er gjørt, og stovnurin hevur eisini gjørt kanningar um frítíðarfiskiskap.

- Seinastu 18 mánaðirnir eru brúktir til nógv kanningararbeiði. Serstaka umhvørvið hjá málbólkinum er kannað, og bygt er eitt netverk við lyklapersónum, lyklamiðlum og øðrum, sum kann verða eini framtíðarmenning og marknaðarføring til gagns, sigur stovnurin.

Skipað hevur verið fyri evnisdøgum, og fundir hava verið, kunningartilfar er framleitt og er í framleiðslu, samband er fingið við serkøn innan havfisking, og ein strategibólkur við umboðum úr vinnuni, Vinnumálaráðnum og Fiskimálaráðnum er settur til at viðgera evnið og gera eina miðvísa æltan fyri framtíðar menning og marknaðarføring av havfisking í Føroyum.

 

Á byrjunarstigi

SamVit ásannar í síni frágreiðing, at frítíðarhavfiskiskapur í Føroyum er á byrjunarstigi, men við skilagóðum samstarvi og arbeiði á fleiri økjum, kann havfiskiskapur sum frítíðarvinna gerast ein vinna við stórum fíggjarligum møguleikum.

- Høvuðsmarknaðurin telir fleiri enn 50 miljónir fólk, og serliga tríggir bólkar av ferðandi hava føroyskan áhuga.

“Yes! Her býtur á! Nú er at geva tol, berjast við fiskin, draga dýrið inn og síggja, hvussu stórur fongurin er…”

Soleiðis byrjar SamVit ein samandrátt, sum stovnurin hevur gjørt í sambandi við kanningin av havfisking sum frítíðarvinnu í Føroyum.

- Spenningurin við stuttleikafiskiskapi er grundleggjandi menniskjaligur og heimsfevnandi, og áhugin fyri at gera frítíðarhavfiskiskap til eina týðandi vinnugrein í Føroyum er veksandi.

Stovnurin sigur, at fyrstu stigini móti eini veruligari “professionalisering” av frítíðarhavfiskiskapi eru tikin – men enn er langt á mál.

- Vit eru á byrjunarstøði. Í stuttum er neyðugt, at skiparar/ bátaeigarar fáa fleiri royndir og førleikar. Tænastan og vitanin um stuttleikafiskiskap við tøkni, útgerð og annað á sjónum er ikki á nøktandi støði enn, sigur SamVit.

Tað er Birita Nolsøe, ráðgevi hjá SamVit, sum

hevur staðið fyri kanningini, og kanningarúrslitið skal nú brúkast til víðari menningini av frítíðarhavfiskiskapi í Føroyum.

 

Ein “nisja”

Stuttleikafiskiskapur er sum heild ein sermarknaður innan ferðavinnu, ein sonevnd “nisja”.

- Kortini vísir okkara kanning, at her er ein stórur marknaður.

SamVit vísir á, at føroyska ferðavinnan hevur avmarknaðar fíggjarligar karmar, og tí er neyðugt við ávísum marknaðarfokus, sum tikið verður til.

- Teir marknaðir, sum eru serliga áhugaverdir innan stuttleikafiskiskap, eru Ongland, Danmark, Noreg, Svøríki, Niðurlond, Belgia, Frakland, Týskland, USA, Avstralia og Kanada.

Ferðavinnustovnurin heldur, at marknaðarfokus hjá føroysku ferðavinnuni í fyrsta lagi eigur at liggja í trímum høvuðsbólkum av ferðandi; stuttleikahavfiskarum, familjusegmentinum og sonevnda adventure light-slagnum.

- Við at leggja serligan dent á hesar bólkar, ber til at fara undir miðvísa marknaðarførslu og sølu á júst hesum økjum, sigur SamVit.

Tað eru serliga fýra virði, ið stovnurin heldur eiga at vera tað berandi í eini føroyskari vinnu á hesum øki; tað er dygd, reinleiki, avbjóðing og burðardygd.

- Vit eiga at stremba eftir at menna eina dygdarvøru frá byrjan til enda – eina heildaruppliving, har eisini gisting, flutningur og annað eru fyrireikað í mun til júst einstaka stuttleikafiskaran, sigur SamVit.

 

Samstarv neyðugt

Skulu føroyingar byggja upp eina lønandi vinnu á hesum øki, sum klárar seg í hørðu altjóða kappingini, er alneyðugt við samstarvi. Hetta er galdandi bæði fyri tey, sum arbeiða við at skipa ferðirnar, bátaeigarar og almennar/ politiskar myndugleikar.

- Fyri at birta upp undir samstarv og samskipan, hava vit sum nevnt tikið stig til at seta strategibólkin við umboðum fyri allar viðkomandi partar – og bátaeigarar eru væl umboðaðir júst tí, at teir eru kjarnuvøran og hava eyka tørv á menning og samskipan, sigur SamVit.