Havel til gravar í dag

Fyrrverandi kekkiski forsetin Vaclav Havel, sum doyði sunnudagin, fer til gravar í dag. Jarðarferðin, sum er almenn, byrjar við minningarhaldi klokkan 10 okkara tíð.

Tann 75 ára gamli Havel gjørdist ímyndin av uppgerðini við kommunismuna í Kekkoslovakia og aðrastaðni, og teir seinastu dagarnar hava kekkar í túsundatali verið við kistu hansara og víst honum ein seinasta heiður.

Vaclav Havel verður jarðaður úr Sankt Vitus dómkirkjuni í Prag, og ríkis- og stjórnarleiðarar úr nógvum londum verða hjástaddir. Villy Søvndal, uttanríkisráðharri, umboðar Danmark.

Vaclav Havel var tann seinasti forsetin í Kekkoslovakia frá 1989 til 1992 og tann forsetin í Kekkia frá 1993 til 2003. Hann var ikki bara væl umtóktur sum politikari, men var eisini nógv avhildin sum rithøvundur.