Havborg við fullari last

Í gjárkvøldið kom rækjutrolarin Havborg ætlandi á Vág við stívliga 300 tonsum av rækjum, sum teir hava fiskað á Grand Bank. Veiðan verður helst løgd upp í Noreg. Tað er heimasíðan hjá Jóanesi Nielsen, sum bar hesi tíðindi í gjárkvøldið.

Sagt verður, at Havborg skuldi fyrst á Vág, og síðan kemur skipið á Havnina. Rækjurnar, sum Havborg hevur fingið henden túrin, verða helst landaðar í Noreg.

Havborg fór av Reykjavík hin 15. desember og hevur gjørt tilsmans fýra túrar á Grand Bank.

Fyrstu tríggjar túrarnar landaðu teir í Saint Pierre.

Sambært heimasíðuni hjá Jóanesi Nielsen hava fleiri av manningini verið umborð allar túrarnar.