Havborg fer á sín seinasta túr

Rækjutrolarin Havborg er seldur til Ruslands, og í kvøld ella í morgin fer skipið seinasta túrin undir føroyskum flaggi.

Einaferð var rækjuflotin stoltleiki føroyinga, men í dag eru bert tvey rækjuskip eftir, Havborg í Leirvík og Arctic Viking í Kollafirði. Men, hin 7. juni verður føroyski rækjuskipaflotin enn eitt skip fátækari. Tá fer rækjutrolarin hjá leirvíkingum, Havborg, undir russiskt flagg.

 

Tummas Justinussen, reiðari, sigur við In.fo, at tá lastin á 380 tons, sum skipið landar í Tromsø í dag, er komin upp úr skipinum, verður beinanvegin farið nýggjan túr. Tað verður antin í kvøld ella í morgin. Hetta verður samstundis seinasti túrur hjá Havborg undir føroyskum flaggi.

 

14 mans eru við Havborg hvønn túrin, og eini 25 mans eru knýttir at skipinum. Manningarhýrurnar í rækjuflotanum eru góðar, og tí fer sølan av rækjuskipinum at merkja ein inntøkumiss hjá manningini á nógvar miljónir krónur.

 

Spurdur, hvat verður av rækjuloyvinum, sum felagið eigur, sigur Tummas Justinussen, at tað dugir hann ikki at siga í løtuni, tí tað er so ógreitt, hvørjar treytirnar verða eftir 1. januar 2018. Hann leggur aftrat, at ivasamt er, um felagið yvirhøvur ræður yvir nøkrum rækjuloyvi, tá 2017 rennur út.