Tað verður í allar mátar ein tíðarhóskandi verksmiðjutrolari, ið setir kós úr Turkalandi ímóti Føroyum í 2022, tá Tersan Shipyard í Turkalandi letur P/F Havborg nýggjan og stásiligan trolara við einari frystilast á 2.250 rúmmetrar. Tað svarar til umleið 1.000 tons av frystum fiski.
P/F Havborg er systurfelag hjá P/F Ennibergi, og ætlanin er at halda fram við fiskiskapi bæði við Ennibergi og nýggja trolaranum, sum í fyrstu atløgu fer til rækjufiskiskap.
P/F Havborg er felagið, sum felagið hjá Osmund Justinussen átti við skipi av sama navni.
Sambært Skráseting Føroya hevur felagið hjá Mortan Johannesen yvirtikið felagið í mai í fjør, og er nevndarbroytingin fráboðað skrásetingini 10. mai í 2019, tá viðtøkur eisini eru broyttar og hendan nevndarbroyting farin fram:
Nevnd: Innkomin í nevndina: Morten Hammer Johannessen, Torfinsgøta 44, 100 Tórshavn (nevndarformaður)
Kaj Johannessen, Inni á Fløtum 13, 180 Kaldbak (nevndarlimur)
Niels Johannessen, Pætursgøta 13, 188 Hoyvík (nevndarlimur)
Farin úr nevndini: Osmund Justinussen, Miðrás 1, 100 Tórshavn (nevndarformaður)
Tummas Osmundarson Justinussen, Dalalíð 3, 100 Tórshavn (nevndarlimur)
Per Rolf Sævik, 6094 Leinøy, Noregi (nevndarlimur)
Stjórn: Innkomin sum stjóri: Kaj Johannessen, Inni á Fløtum 13, 180 Kaldbak
Farin frá sum stjóri: Tummas Osmundarson Justinussen, Dalalíð 3, 100 Tórshavn
– Vit meta, at nú eru støðug viðurskifti innan føroyska fiskivinnu, eftir at vit høvdu nøkur ár í føroyskum politikki, har vit ikki rættiliga vistu, hvussu politiski myndugleikin ætlaði at skipa fiskivinnuna frameftir. Vit halda tí, at nú er rætta tíðin at byggja nýggjan trolara, sigur Kaj Johannessen, stjóri í samtakinum Farcod, sum m.a. eigur P/F Havborg og P/F Enniberg.
Skipsteknisk AS í Noreg hevur teknað og projekterað verksmiðjutrolaran í tøttum samstarvi við reiðaríið, soleiðis at nýggi trolarin er serútgjørdur við serligum atliti at munadyggum og tryggum arbeiðsgongdum í øllum liðum umborð.
– Vit leggja stóran dent á tryggleika og allar hentleikar til manningina í rúmligum og nútímans hølum, staðfestir Kaj Johannessen, stjóri.
Tað verður pláss fyri 40 monnum umborð, men alt veldst um, hvat slag av fiskiskapi, talan verður um – t.d. telur manningin 18 á rækjuveiði og 34 til toskafiskiskap. Stórur dentur er lagdur á so skynsama orkunýtslu sum gjørligt fyri at minka sum mest um útlátið.
Verksmiðjutrolarin verður 87,5 metrar til longdar og 18 metrar breiður. Hann verður tøkniliga útgjørdur til at kunna toga við trimum trolum í senn. Talan verður um eina framkomna verksmiðju umborð, sum bæði kann viðgera rækjur, fisk og mjøl.
Skipsteknisk AS teknaði og projekteraði eisini Enniberg fyri 30 árum síðani fyri Mortan Johannessen, sum framvegis er høvuðspartaeigari í samtakinum. Turkiska skipasmiðjan, Tersan Shipyard, sum í næstum fer at strekkja kjølin til nýggja trolaran, hevur drúgvar royndir at byggja dygdargóðar verksmiðjutrolarar.
Nýggi verksmiðjutrolarin kostar umleið 400 milliónir krónur at byggja.











