Havbúgvin seldur til Miðvágs

Reiðaríið Vest-Line, sum frammanundan eigur frystilínuskipið West Freezer, hevur keypt snellubátin Havbúgvan av Eiði. Íslandskvotan hjá Havbúgvanum skal flytast yvir á West Freezer

Fiskivinna

Miðvági:
Miðvingar hava økt um flotan, sum merktur er VA. Havbúgvin av Eiði er keyptur til Miðvágs, haðani hann rør út við snellu.
Hann lá sum eitt rættiligt skip millum smáu útróðrarbátarnar á Miðvági mikukvøldið. Havbúgvin, sum merktur er knappliga 54 tons. Smíðaður í Korsør í Danmark í 1955. Í 1979 fekk hann ein 360 HK Deutz motor ísettan.
Havbúgvin hevði verið á útróðri við snellu hendan dagin, og mettu teir seg at hava fingið eitt gott tons.
Reiðarin, Thomas Jacob á Løgmansbø, stóð á bryggjuni, tá teir komu aftur. Hann greiðir frá, at reiðaríið Vest-Line framman undan eigur línubátin West Freezer.
Men West Freezer hevur tann trupulleika, sum til tíðir kann vera rættiliga irriterandi, at hann hevur ov fáar dagar.
?Alt ov lítið til, at tað líkist nøkrum, letur reiðarin at.
Tí hevur reiðaríið gjørt av at gera, sum so mangan verður gjørt í føroysku fiskivinnuni um dagarnar, at teir hava keypt eitt skip aftur at fyri at kunna flyta fiskidagar haðani yvir á tað størra farið.
?Ein vinningur við at keypa Havbúgvan er, at hann hevur góða Íslandskvotu, sum vit kunnu flyta yvir á West Freezer, greiðir Thomas Jacob á Løgmansbø frá.
Havbúgvin fer so bara at royna undir Føroyum og fer ikki aftur til Íslands, sum hann annars vanliga plagar at vera um summarið.
Thomas Jacob á Løgmansbø leggur ikki í at upplýsa, hvat teir hava keypt Havbúgvan fyri, uttan bara tað, at tað var nóg dýrt, sum hann tekur til.