Havbúgvin góðan túr undir Føroyum

Línuskipið Havbúgvin landaði í gjár, og í morgin landa garnaskipini Drelnes og Nim í Sørvági. Havbúgvin, sum landaði í Sørvági í gjár, hevur gjørt ein góðan túr undir Føroyum. Teir hava roynt vestanfyri og hava havt góðan fiskiskap. Nú teir landaðu á landingarmiðstøðini í Sørvági, var veiðan umleið 100.000 pund, harav eini 70.000 pund var toskur.

Havbúgvin, sum er fyrrverandi Núpur, byrjaði túrin fyri lítlari viku síðan.

Í morgin landa tvey garnaskip í Sørvági. Tað eru Drelnes og Nim, sum báðir eru heimahoyrandi á Tvøroyri.

Á landingarmiðstøðini í Sørvági vænta tey, at Drelnes hevur eini 20.000 pund og Nim eini 10.000 pund.

Bæði skipini eru á havtaskuveiði við gørnum.