Ein havastova er ikki bara til sól og summar, men eisini til at brúka alt árið, sigur Pætur M. Hansen, sum rekur fyritøkuna Marká Sp/f í Havn og m.a. umboðar tær donsku havastovurnar Unik Udestuer.
Tað vísir seg, at havastovan ofta verður eitt tað mest nýtta rúmið í húsinum, tí hon er ljós og hugnalig við góðum útsýni til havan við blómum og plantum. Hóast veðrið ikki er av tí besta ber til at sita í hugnaligum umhvørvi og njóta ljósið og útsýnið. Tað er eisini vanligt at hava eina peis í havastovuni til at hita upp við.
Havastovurar fáast bæði við einkultum orkuglasi ella við termo-orkuglasi. Talan er um gjøgnumførdar havastovur í besta kvaliteti við aluminiumsrammum og dragihurðum. Sjálv konstruktiónin, sum er gjørd úr límtræ, er sera sterk og heldur til okkara harføra veðurlag.
Pætur M. Hansen sigur, at tað er einfalt at gera eina havastovu. Kundin fær havastovuna, sum hann sjálvur ynskir hana. Vit koma at ráðgeva, taka mát og geva tilboð. Havastovan verður teknað 3-dimensionelt. Vit syrgja eisini fyri at søkja um byggiloyvi. Eftir at fundamentið er stoypt og aðrar fyrireikingar gjørdar, er klárt at seta havastovuna upp.
Áhugin er vaksandi fyri havastovum í Føroyum, hetta er ein møguleiki hjá fólki at vaksa um húsini við eini stovu afturat, sigur Pætur Hansen, sum leggur afturat, at øll eru vælkomin til at fáa eitt óbindandi tilboð upp á eina havastovu. Unik udestuer, sum vit umboða, hava ofta ymisk tilboð, sum kunnu síggjast á heimasíðuni www.unikudestuer.dk. Bert fraktútreiðslur til Føroyar skulu leggjast afturat danska prísinum.