Hava yvir 300 km at rudda og salta

Samlaða vegalongdin í Tórshavnar kommunu er góðar 300 kilometrar, harav eini 36 kilometrar eru ringvegir og sambindingarvegir.

 

– Tað er ein løta at koma runt, og er tí neyðugt at raðfesta ferðslutyngstu teinarnarnar og vegir, har Bussleiðin koyrir, verður sagt av Tórshavnar kommunu.

 

Á sama hátt verður rudding og salting av gongubreytum eisini raðfest, hesir teinar verða áhaldandi ruddaðir og saltaðir. Ruddað verður bert í øðrum borðinum fyri at koma meiri víða um.

 

Tað liggur á borgarum sjálvum at rudda fyri kava og at salta økið uttan fyri hjá sær sjálvum. Kommunan hevur sett einar 450 kassar við salti runt í kommununi, sum eru til taks hjá borgarum sum salta uttan fyri egið øki.