Hava vunnið alt saman

Sigríður S. Clementsen og Magni Mohr avgjørdu longu í summar, at teir steðgaðu eftir hetta kappingarárið. Men tað hitaði nógv, tá teir leygardagin kundu staðfesta, at teir saman hava vunnið tað, sum er at vinna í føroyska fótbóltsheiminum

Fótbóltur

FM-heitið í fjør. Atlantic Cup í vár og Løgmanssteypið leygardagin. Legg hartil, at B36 í fjør spældi seg víðari í UEFA-Cup og í summar vunnu seg víðari úr fyrsta undanumfarinum í Champions League kappingini.
Einki er at siga til, at tey í B36 hava verið framúr væl nøgd um avrikið, sum Sigfríður S. Clementsen og Magni Mohr hava lagt eftir sær í felagnum. Og eingin ivi man vera um, at felagið væl kundi hugsað sær, at teir báðir eisini í komandi ári stóðu við stýrisvølin hjá Formula-liðnum.

Avgerðin tikin í Istanbul
Men tað verður so av ongum. Longu eftir útidystin móti Fenerbache tóku teir báðir avgerð um, at teir vildu hava ein steðg frá fótbóltinum, og tann avgerðin varð eisini fráboðað leiðsluni felagnum, sum soleiðis hevði góða tíð at greiða venjaraspurningin.
- Tað hevur verið ótrúliga stuttligt at verið venjari hesi bæði árini. Ikki minst, tí tað hevur koyrt somikið væl millum Magna og meg. Men sjálvur haldi eg, at tað nú er tíð at taka ein steðg. Tí tað hevur eisini verið óluksáliga hart og slítandi at sita í sessinum, sigur Sigfríður, sum tó sjálvandi fegnaðist um sigurin.
- Nú kann eg í øllum førum steðga við góðari samvitsku, segði hann flennandi.

Bara rósur til felagan
Og Magni er sum so ikki ósamdur við Sigfríði.
- Tað hevur verið ein góð tíð her í B36. Fyrsta árið var eg fysisikur venjari burturav, men tey bæði seinni árini hevur tað verið saman við Sigfríði, og tað hevur riggað ótrúliga væl. Tað hevur so eisini givið okkum møguleikan at samskipa fótbóltsvenjingina og fysisku venjingina, og tað er ein gongd, sum hevur verið sjónlig kring alt Europa. Har hava tey kanska einar fimm-seks venjarar til einstøku liðini, men hóast vit bara hava verið tveir, so hevur borið til at arbeitt miðvíst í bólkum.
- Men tað er klárt, at eg eisini havi tørv á nýggjum avbjóðingum. Vónin er sjálvandi, at eg kann fáa starv hjá onkrum europiskum felag, men í fyrsta umfari haldi eg fram við verandi arbeiðinum hjá mær, har eg havi tikið lut á ymsum skeiðum. Og eg havi so játtað, at geva B36 ein hjálpandi hond, so leingi eg verði í Føroyum.
- Og so kann eg ikki lata vera við at rósa Sigfríði. Hann hevur verið fantastiskur at arbeiða saman við, og taktiskt haldi eg, at hann er langt framman fyri aðrar venjarar í Føroyum. Og eg haldi, at tað er upplagt, at FSF ger eina ella aðra stuðulsskipan, soleiðis at venjarar við somikið góðum evnum fáa møguleika at menna seg enn meira við eitt nú skeiðsvitjanum uttanlands.