Hava vitjað í Føroyum 22 ár á ra

Eitt belgiskt par, sum í 1979 fyrstu ferð kom til Føroya, dámar so mikið væl í Føroyum, at tey eru komin aftur og aftur. Henda seinasta vitjanin er tann 22. í røðini

 

Eftir øllum at døma er talið á ferðafólki, sum kemur til Føroya vaksandi. Hetta merkir, at tað koma ferðafólk, sum ongantíð hava verið í Føroyum áður, á hvørjum ári. Men tað eru nøkur, sum vitja oyggjarnar oftani.

Victor Feyen og Josepha Peeters eru úr belgia, og tey hava vitjað í Føroyum heilar 22 ferðir innanfyri eins nógv ár. Bæði tvey eru tey nú um pensionistaaldur, men hetta heldur teimum ikki aftur at vitja í Føroyum á hvørjum ári.

Søgan um tey byrjar á Tenrifé í 1979, har tey hitta eitt føroyskt par. Tey verða boðin til Føroya á vitjan. Hetta er í apríl mánaði og í august sama ár, leggja tey leiðina til Føroya. Teimum hevur eftir øllum at døma dámt væl í Føroyum, tí síðani 1979 hava vitjaninar verið javnt og samt á hvørjum ári.

Steðgurin er vanliga einar 14 dagar. Belgiska parið býr í býnum Redie, ið liggur einar 50 km. frá Antwerpen í tí norðara endanum av Beliga. Tað tekur einar 8 tímar at koyra úr Jútlandi til Redie.


Fólk og náttúra

Tað er eyðsæð, at tað er munur Belgia og Føroyum. Tey eru tvey heilt ymisk samfeløg, siga tey bæði. Ì Føroyum eru tað kanska ikki tey penastu tingini, vit hoyra um Belgia. Tey bæði siga eisini, at tað er nógvur kriminalitetur í Belgia, men hetta sæst einki til í Føroyum.

Hetta leiðir okkum til tann stóra spurningin, sum flest øll vildu spurt: Hvat fær eitt belgiskt par at leita til okkara oyggjar í Norðuratlantshavi?

- Vit dáma væl fólki og náttúruna. Fólkini eru sera fitt, og sum heild trívast vit sera væl í Føroyum, siga tey bæði, tá vit samskifta á flamskt-enskum.

Fleiri ferðir hava tey eisini tikið vinfólk við sær til Føroya. Tey bæði eiga trý børn, men hesi hava ikki verið eins røsk at vitja oyggjarnar.

Tá Føroyar og Beliga hittust til fyrsta altjóða dystin á grasvøllinum á Svangaskarði, so vóru tey bæði sjálvandi eisini til staðar.

Tá tey eru í Føroyum, plaga tey at búgva hjá Sámal og Tórhardu Bláhamar. Tey hava eisini verið í øðrum londum saman, eitt nú hava tey verið í Florida saman.


Fleiri vitjanir til Føroya

Mongu vitjaninar hjá belgiska parinum hevur eftir øllum at døma givið Sámali Bláhamar blóð upp á tonna, tí hann hevur í hyggju at skipa fyri ferður fyri pensionistar í Belgia.

Ætlanin er, at Victor og Josepha skulu siga teimum, sum kundu hugsað sær at komið til Føroya eitt sindur um Føroyar, áðrenn hesi leggja leiðina til oyggjarnar.

Victor sigur, at hetta ikki verður nakar trupulleiki, og tey kunnu tosa í fleiri tímar um Føroyar og føroyingar, sum tey hava góðan tokka til.

Vit vóna at síggja fryntliga parið enn fleiri ferðir í Føroyum.