Í fjør viðgjørdi Barnahúsið 29 mál, har børn og ung hava verið fyri kynsligum ágangi, og harðskapi annars.
Barnahúsið, sum varð stovnað við tí endamáli at viðgera mál, har børn eru fyri kynsligum ágangi, og harðskapi annars, hevur nú virkað í eitt gott ár.
Og longu hetta fyrsta árið mugu vit ásanna, at tørvurin á húsinum hevur verið eyðsýndur, sigur Oddbjørg Balle, leiðari á Barnaverndastovuni.
Árið í fjør var fyrsta árið, Barnahúsið virkaði og nú tey hava gjørt støðuna upp, vísir Oddbjørg Balle á, at í sambandi við barnavernd, er tað javnan, at mál taka seg upp, har tað krevjast heilt serligir førleikar.
Her hugsar hon um mál, har talan er um harðskap og kynsligan ágang móti børnum og ungfólki.
- Tá mugu barnavernd, løgregla og lækni upp í leikin. Men tað má gerast í einum góðum samstarvi og endamálið við Barnahúsinum er nettupp at vera ein felags karmur fyri einum slíkum samstarvi, tá tørvur er á tí.
Eitt endamál við Barnahúsinum er eisini at føra hagtøl yvir, hvussu umfatandi trupulleikin við kynsligum ágangi og harðskapi annars ímóti børnum og ungum, er í Føroyum.
Og málini, Barnahúsið arbeiðir við, skulu vísa, at føroyska samfelagið ikki á nakran hátt letur harðskap og kynsligan ágang móti børnum og ungum fara aftur við borðinum, siga tey í Barnahúsinum.
Barnahúsið sigur, at í fjør viðgjørdu tey 29 mál um kynsligan ágang og harðskap ímóti børnum. Av teimum vórðu tey liðug at viðgera 20 mál, men níggju mál eru enn í viðgerð. Í teimum málunum, sum eru liðug, er talan um níggju gentur og 11 dreingir.
Harumframt hevur Barnahúsið 20 mál, har tey hava ráðgivið í sambandi við barnaverndarmál.
Tey leggja dent á, at í hesum sambandi er talan um fólk, ið eru undir illgruna fyri at hava gjørt seg inn á børn. Eitt mál verður skrásett fyri hvørt barn, men er sama barn fyri ágangi fleiri ferðir, verður tað eisini skrásett fleiri ferðir
Av teimum 20 málunum, har viðgerðin í Barnahúsinum var liðug í fjør, vóru sjey mál um harðskap, har talan var um fýra dreingir og tríggjar gentur.
Annars vóru 10 mál um kynsligan ágang, har talan var um fimm dreingir og fimm gentur. Sostatt snýr annaðhvørt mál, Barnahúsið hevur viðgjørt liðugt, seg um kynsligan ágang ímóti børnum og ungum.
Og harafturat var talan so um trý mál, har tveir dreingir og ein genta høvdu verið fyri bæði kynslum ágangi, og harðskapi annars.
Og aldursbýtið á børnunum og teimum ungu, sum Barnahúsið hevur viðgjørt liðug, er, at tvey vóru fýra ár, tvey vóru seks ár, trý vóru 10 ár, eitt var 11 ár, trý vóru 13 ár, fýra vóru 14 ár og fýra vóru eisini 15 ár, og eitt var 16 ár.










