Hava verið óførir at fyrireika seg

Føroysa U21 landsliðið er í góða summarveðrinum á veg á Svangaskarð, har landsdystur ímóti Rumenia verður klokkan 17.45.

 

Annar av landsliðsvenjarunum, Bill Jacobsen, hevur fyri løtu síðani beinleiðis á Rás2 almannakunngjørt føroyska liðið, sum sær soleiðis út:

Kristian Joensen, NSÍ – Bárður Hansen, Víkingur, Hørður Askham B36, Sonni Ragnar Nattestad, FC Midtjylland, René Shaki Joensen ,Brøndby – Árni Frederiksberg, NSÍ, Rógvi Joensen, TB, Bogi Reinert Petersen, ÍF, Gilli Sørensen, B36 – Ari Ellingsgaard, ÍF – Gunnar Zachariasen, EB/Streymur.

Hetta er nett sama upptilling, sum tað í gjár varð roknað við her á portal.fo.

 

Landsliðsvenjararnir báðir, Heðin Askham og Bill Jacobsen, siga seg hava góðar vónir, hóast rumenska U21 landsliðið vann 4-0 síðst, tá ið liðini hittust í Føroyum:

-Vit hava fyriteikað okkum í hesi vikuni, og tað hevur verið ein fragd at síggja og kenna, hvussu góður hugburðurin og nærlagnið hava verið. Vit ætla at bjóða rumenum av í fótbóltsspæli. Sjálvandi hava teir eisini sínar ætlanir, og vit ivast ikki í, at teir við skjótum spæli ætla at taga okkara verju sundur, men vit halda okkum vera væl fyrireikaðar, sigur annar av venjarunum Bill Jacobsen.

 

Dysturin millum Føroyar og Rumenia er tann fyrsti í nýggjari undankapping, og Rás2 sendir í sambandi við dystin. Heri Simonsen er í Rás2 útvarpsstovuni, og Tróndur Arge er á Svangaskarði, har hann fer at siga beinleiðis frá dystinum.