Hava verið eftir fullum fólki nakrar ferðir

Sum heild hevur verið friðarligt hjá løgregluni

Sum heild hevur tað verið friðarligt hjá løgregluna, men nakrar ferðir hevur borð verið eftir teimum kortini.

Seinnapartun var ein maður, sum var ávirkaður av rúsdrekka, so mikið harðmæltur, at hann leyp ótta á fólk. Løgreglan var eftir honum, og hann fær eina bót fyri at bróta politiviðtøkuna.

Í gjárkvøldið varð boðað frá, at ein bilførari hevði rent á eina trappu og tá ið løgreglan fekk fatur á bilføraranum, vísti tað seg, at hann var ávirkaður, og tískil er blóðroynd tikin av honum.

Í nátt hevur verið stak friðarligt, men kortini hava full fólk givið løgregluni nakað av arbeiði.