Hava valt tveir nevndarlimir

Vágs Býráð hevur valt Páll Augustinussen í nevndina fyri Stóra Pakkhús og Ásgerð Stenberg í upptøkunevndina hjá eldrasambýlinum

Vágs Býráð hevur nú valt sín nevndarlim í upptøkunevndina til eldrasambýlið, sum letur upp í Vági um ikki so langa tíð.

Býráðið valdi Ásgerð Stenberg og hon verður samstundis formaður í nevndini.

Fýra fólk verða í upptøkunevndini. Læknarnir, heimarøktarskipanin og heimasjúkrasystraskipanin velja hvør sín lim afturat.

Býráðið hevur eisini valt Páll Augustinussen í nevndina fyri Stóra Pakkhús á Gørðunum.

Í løtuni eru tað seks feløg í Vági, sum húsast í pakkhúsinum og tey hava flestøll tilknýti til sjógvin: Tey eru felagið Johanna, Grindabátafelagið, felagið Garðabrúgv, Kappróðrarfelagið, Nýggjársnevndin og Fornminnisfelagið.

Samstundis er ætlanin at gera Pakkhúsið til eitt sjósavn. Og nú hevur Býráðið stuðlað ætlanini við 72.000 krónur.

Nú eru feløgini í ferð við at skipa eina nevnd at arbeiða víðari við málinum og í tí sambandinum vilja feløgini eisini fegin hava ein býráðslim í nevndina