Hava valt tað ringasta staðið í Havnini at byggja Tjóðleikhús á

Samgongan hevur valt tað ringasta staðið í allari Havnini at byggja nýggja Tjóðleikhúsið á. Tað halda bæði Henrik Old, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, og Kaj Leo Holm Johannesen í Sambandsflokkinum.

 

Samgongan hevur sett sjøtul á at byggja Tjóðleikhús á Skálatrøð í Havn. Men Skálatrøð er samstundis nógv tað størsta, almenna parkeringspláss í Havnini, og tað órógvar teir báðar løgtingsmenninar.

 

Henrik Old vísir á, at tað eru beint yvir 200 parkeringspláss á Skálatrøð, men nú er ætlanin at taka tey til Tjóðleikhús. Gaman í er ætlanin at gera nøkur parkeringspláss, men hann væntar, at tey eru ætlað til Tjóðleikhúsið

 

– Samstundis tekur býráðið býráðið alsamt fleiri og fleiri parkeringspláss til hotell, íbúðir, og annað, staðfestir Henrik Old. Hinvegin vísir hann á, at Skálatrøð er einasti møguleiki hjá fólki at sleppa av við bilin um dagarnar, bæði Havnarfólki og bygdarfólki.

 

– Tað er løgið, at eitt Tjóðleikhús verður sett akkurát á tað plássið í býnum, sum verður mest brúkt, bæði av havnarfólki og av avbygdafólki, tí hetta er einasti møguleiki at sleppa av við ein bil ímeðan tey eru til arbeiðis. Samstundis sum at talið á matstovum í miðbýnum økist alsamt og tey krevja eisini parkeringspláss.

 

Henril Old væntar eisini, at tað mentanarlívið, sum er rundan um bátabrýrnar á Skálatrðøð, fer at køvast, og hann ivast heldur ikki í, at at fleiri handlar í mibýnum mugu steingja, tí ongi parkeringspláss eru.

 

Annars vísir hann á, at nøkur høli eru til taks til sjónleik, bæði Sjónleikarahúsið, Perlan, og onnur. Men nú er eisini ætlanin at frystaríið á Bacalao til klintrivegg, og skerihøllin skal brúkast til mini-golf.

 

Kaj leo Holm Johannesen er samdur,  og hann sigur, at havnarfólk taka ikki undir við, at Skálatrøð verður hertikið til tjóðleikhús. Hann sigur, at tí økið rundan um bátabrúnnar, er ein partur av gomlu mentanini í Havn.

 

– Hetta er søgan hjá okkkum, sum eru fødd og uppvaksin í Havn og tí er hetta ringasta plássið innan fyri ringvegin í Havn at seta eitt Tjóðleikhús á, sigur hann.