Hava víðkað leitiøkið

MRCC hevur nú víðkað um leitiøkið eftir manninum, ið var í glastrevjabátinum, sum sakk í Skopunafirði í nátt.

 

Fleiri bátar og tyrla hava tikið lut í leitingini.

 

Leitað hevur verið síðan í nátt og tað heldur enn á. Edvard Bjarnason, leiðari MRCC støðini, sigur, at teir bátar, sum nú eru eftir, hava víðkað sum leitiøkið. Leitað hevur verið framvið eystursíðuni á Sandoynni og norð eftir Skopunarfirði eisini.

 

Enn er maðurin ikki funnin. Tað vórðu tveir mans í glastrevjabátinum. Hin maðurin bleiv funnin skjótt og tikin umborð á ein annan bát.