- Vit hava nú sett fleiri stólar inn, soleiðis at enn fleiri sleppa at síggja sangleikin Oliver, sum verður sýndur í Víkingahúsinum í Gøtu.
Tað sigur Torgerð Hansen, samskipari, sum fegnast um ta stóru undirtøku, sum Oliver hevur fingið, síðan sýningarnar byrjaðu.
At fleiri stólar nú eru settir inn, merkir, at enn fleiri kunnu síggja leikin í senn, og tí eru nú pláss eftir til sýningarnar bæði klokkan 16 og klokkan 20 í dag.
- Vit hildu tað vera spell, at fleiri ikki fingu høvi at síggja henda fram úr leik nú í vikuskiftinum. Tí hava vit skapt møguleikar fyri, at fleiri kunnu sita væl í Víkingahúsinum, tá sýningarnar verða í dag og í kvøld.
Torgerð Hansen sigur, at nýggju møguleikarnir eisini hava gjørt, at fleiri fólk sleppa til tær sýningar, sum annars vórðu útseldar.
- Nú er bara at halda seg til og so hvørt, sum leikurin hevur verið sýndur, gongur sangurin í leikinum eisini betri og betri.
Samskiparin bjóðar øllum vælkomnum í Víkingahúsið til sýningarnar í dag klokkan 16 og í kvøld klokkan 20 - og til tær sýningar, sum eru fyri framman.
- Eg eri erri av, at Losjan Glotti kann bjóða sangleikin fram við so nógvum fólkum á palli og so nógvum stuðlum kring um, bæði her um okkara leiðir og aðrastaðir úr Føroyum, sigur Torgerð Hansen.










