Hava áður gjørt bart

Støðan, sum Sp/f Ítróttarvedding nú er komin í, er sum so ikki eindømi.

 Fyri nøkrum árum síðani hevði útlendskur útbjóðari stovnað konto í Føroya Sparikassa, og umvegis hesa kundu teir so bjóða spæl út til føroysk viðskiftafólk.
Hetta varð tó steðgað, tá Ítróttarvedding umvegis politiska myndugleikan og skattavaldið fekk trumfa galdandi reglugerðina ígjøgnum.- Tú kanst ikki hava eina konto í føroyskum peningastovni, uttan at tú hevur V- ella P-tal. Toll- og Skattstovan útflýggjar V-tal, men tá tað stendur í lóggávuni, at vit hava einkarrætt at fyriskipað spøl, so var ikki lógligt at geva hetta V-tal. Og tí steðgaði tað virksemið eisini, sigur Petur Elias Petersen