Í sambandi við ætlanina at gera Salthúsið á Drelnesi til Mentanarhús, hava mong sett spurnartekin við, hvat virksemi skal vera í húsinum, og ikki minst, hvussu tað skal fíggjast.
Ólavur Rasmussen, formaður í Saltsilogrunninum, staðfestir, at grundraksturin í húsinum er tryggjaður.
Hann vísir á, at tá ið løgtingið samtykti at játta pening til mentanarhúsið, gav Løgtingið samstundis eisini tilsøgn um at játta 2,5 milliónir um árið til rakstur.
Somuleiðis hevur Tvøroyrar Býráð eisini givið tilsøgn um at játta tvær milliónir um árið til raksturin.
- Men tilsamans er tað nóg mikið til at grundraksturin í húsinum er tryggjaður, sigur Ólavur Rasmussen.
Hann staðfestir eisini, at var raskturin ikki tryggjaður, hevði ein grunnur, sum Maersk grunnurin, ikki játtað pening til endamálið. Er raksturin ikki tryggjaður, vil ein slíkur grunnur ikki játta pening til eitt endamál sum hetta.
Hann viðgongur, at higartil hava tey ikki havt stórvegis stundir til at skapa húsinum eitt innihald.
Men tað er eitt arbeiðið, sum skjøtil av álvara verður settur á nú.
- Nú leggja vit til brots at skapa húsinum eitt innihald, saman við tónleikarum, sjónleikarum, ferðavinnuni, listafólki av ymsum slagi, og suðuroyingum sum heild.
Sjálvur væntar Ólavur Rasmussen eisini at SALT fer at draga ferðafólk til Føroya.
Í hesum sambandi hevur føroyski fólkatingsmaðurin, Edmund Joensen, sum eisini er í bygginevndini fyri SALT, sett eitt arbeiði í verk í Danmark at útgreina og kannað, hvussu stór ferðamannaskip og onnur upplivilsisferðavinna, kunnu verða ein partur av SALT.
Men Ólavur Rasmussen ásannar eisini, at hetta verður ein avbjóðing fyri ferðavinnuna í Suðuroy annars, tí eitt er at fáa nógv fólk suður at vitja SALT, men í Suðuroy eru ikki gistingarmøguleikar til nakað stórvegis av fólki.
- Tað er sjálvandi ein keðiligur trupulleiki. Men partvís síggi eg hetta eisini sum ein marglætistrupulleika, tí kanska fær SALT so nógvar fremmandar vitjanir, at tørvurin á gisting verður so stórur, at tað fer at gera tað áhugavert at gera íløgur í hotel og gistingarhús sigur hann.
?